Mál      
 
   
 
   
maj 2013>
 
  Fundir & fyrilestrar
  Matur og drekka
  Undirhald
  Útferðir
  Fyri børn
  Stevnur
  Handlar
  Kirkjur
  Søvn
  Leikhús/Biograf
  Framsýningar
  Ítrottur

Ynskir tú at lýsa eitt tiltak?

'Regn' við Det Ferösche Compagnie
 
Det Ferösche Compagnie
Mikudagin 8. mai kl. 19.30

"Regn" við Det Ferösche Compagnie

Kostnaður 30 kr - keyp atgongumerkir í Kunningarstovuni, Norðurlandahúsinum og nlh.fo.

DFC - Det Ferösche Compagnie
var stovnað í 2010 av ungum føroyskum listafólkum, ið vildu gera nýskapandi og eksperimenterandi list til tess at útfordra føroyska leiklist. Samstarv við útlendst listafólk er eitt av aðalmálunum hjá bólkinum. Higartil hevur DFC gjørt trý leikverk, tvey í Føroyum og eitt í írlandi. Teirra seinasta samframleiðsla “woyzeck<3marie”, leikstjórnað av svensku Öllegård Groundstroem, fer á norðurlendska leikferð á sumri 2013.

Leikurin “Rain” varð gjørdur á listauppihaldi í Shawbrook, School of Dance í Írlandi, á várið 2012. Við í Írlandi var fagnaði danski leikstjórin Nina Kareis.


Hugskotið til “Rain” er ein føroysk søga úr Gjógv. Hon fevnir um kærleika, trúgv, offring, hungur og hamskifti. Við íblástri frá umhvørvinum í Shawbrook, blandað við sermerktum ljóðmyndum og dansi og sjónleiki, hevur Det Ferösche Compagnie megnað at skapað eina visuella, poetiska, løgna og ræðandi sýning.

Hugskot og konsept: Det Ferösche Compagnie
Leikstjórn: Nina Kareis
Koreografi: Kristina Sørensen
Tekstur: Kjartan Hansen
Tónleikur og ljóð: Jens L. Thomsen
Pall og búnar: Kirstin Helgadóttir
Ljóssnið: Egil Barclay Høgenni Hansen
Framleiðslustjóri: Sunnuva Bæk

Á palli eru:
Kristina Sørensen
Kjartan Hansen
Jens L. Thomsen

Stuðlar:
Mentunargrunnur Landsins
Mentamálaráðið
Shawbrook School of Dance
Norðurlandahúsið

Sí meira info um Det Ferösche Compagnie á www.dfc.fo

 
Bólkar
Leikhús/Biograf

 
Ymisk kunning
Event status: Opið
Tíðarskeið: 8. mai 2013 - 8. mai 2013 

Fyriskipari
Norðurlandahúsið >>
Bústaður: Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tlf.: +298 351 351
Fax.: +298 351 350
Email: nlh@nlh.fo
Heimasíða: www.nlh.fo
 mtotfls
18  12345
196789101112
2013141516171819
2120212223242526
222728293031  

VisitFaroeIslands - Bryggjubakki 12  - P.O.Box 118 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands
Tlf +298 30 69 00 - Fax +298 30 69 01 - info@visitfaroeislands.com - www.visitfaroeislands.com