|
|
| | Ólavsøkuframsýningin hjá Listafelagnum letur sum vant upp í Listaskálanum ólavsøkudag kl. 14. Í ár eru tað Guðrið Poulsen, Silja Strøm, Bárður Dal Christiansen og Bárður Oskarsson, ið sýna fram. Byggilistalig element eita keramisku verkini eftir Guðrið Poulsen á framsýningini. Tey snúgva um rúm, lutfall, kropp og keramikk. Snúningsdepilin er klassiska súlan (karyatidan) saman við ættarmyndir (ancestor figures) og tupilakkar. Kaos í tryggum umhvørvum seta dám á myndarøðina, sum Bárður Dal Christiansen sýnir fram á ólavsøku í ár. Gerandisdagurin er vendur á høvdið, og fólk vísa seg frá síni lúnsku síðu. Summi siga tey eru óhugnalig, kortini eru tey øll væl sínámillum. Bárður Oskarsson skrivar og teknar myndabøkur, sum eru kul og skemtingarsamar. Tær nema við børn og vaksin. Bøkur hansara líkjast ongum øðrum, sum verður givið út sum barnabøkur, sigur norski barnabøkurgranskarin Kari Sønsthagen. I poetisku og óhugavakjandi verkum hansara stendur kroppurin í miðdepli. Frásøgn og fiktión standa í miðdepli í myndumum eftir Silju Strøm. Tekningar hennara eru kvæmar og ljósar, tær eru skemtiliga og álvarsligar, grovar og fínligar í senn. Hon setir saman og umskapar myndir úr røðum av fundnum stílum í tilgongdin, ið hugsanarsom og hugskygd. Tey hava øll fýra sýnt fram á Ólavsøkuframsýningini áður eins og tey hava sýnt fram nógva aðrastaðni bæði í Føroyum og uttanlands. Listafelagið setti sær fyri aftur at royna nýggjar leiðir í Ólavsøkuframsýningini, og tá felagið í fjør heyst heitti á tey fýra um at sýna fram saman á ólavsøku í ár, játtaðu tey beinanvegin.
Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er opið kl. 14-20. Framsýningin er opin til 12. august í vanligari upplatingartíð. | | | | Bólkar
Framsýningar
Ymisk kunning Event status: Dagligt Tíðarskeið: 29. jul 2012 - 12. aug 2012 | | Fyriskipari | Listasavn Føroya >> Bústaður: Gundadalsvegur 9 100 Tórshavn Tlf.: +298 313579 Fax.: +298 316679 Email: info@art.fo Heimasíða: www.art.fo
|
|
|
|