Gittarleikarin Ragnar Olsen spælir tónleik av Kára Bæk, Alexandre Tansman og Villa Lobos. Ragnar Olsen er útbúgvin gittarist við diplom frá Vestjysk Musikkonservatorium undir leiðslu av Jørgen Bjørslev. Ragnar er aktivur sum sologittarist og kamartónleikari. Til dagliga starvast Ragnar sum giitarlærari á Musikkskúla Føroya og sum leiðari fyri Sandoyar Musikkskúla.
Skráin verður henda: Kári Bæk - “Myndir” Alexandre Tansman - Suite, in modo de polonico Villa Lobos - Trý Stykki