|
|
| | Vælumtøkta Familjulegnan 2012 byrjar hósdagin 5. juli og endar 8. juli. Hetta er legan, har familjan kann vera saman í hugnaligum, tryggum, rúsfríum umhvørvi, har okkurt stuttligt er til øll.
Her kunnu øll, skótar sum ikki-skótar, ommur, abbar, gubbar og gummur, mammur og pápar vera við.
Vit hava, síðani seinastu familjulegu, gjørt nógv burturúr at útbyggja depilin, betra um facilitetirnar og økja tilboðið av aktivitetum. Av teimum vælkendu aktivitetunum kunnu nevnast: - snorkling - Body Glove - Síging. - Klatriveggurin. - Skattajakt fyri tey smáu. - Gummibátahylur Og mangt annað. Sum nakað heilt nýtt, fara vit í ár at hava FM í øksakasti og jipping. Ivast tú í hvat tað er, so kom á Selatrað og finn út av tí.
Tað verður møguleiki fyri at keypa sær enskan-morgunmat á deplinum hvønn morgun. Og annars ber til allan dagin at keypa pylsur, búffar o.s.fr., ið ein sjálvur grillar á okkara superstóru grill við Grillstovuna. Vit eru ordiliga spent uppá at bjóða tykkum øllum til Selatraðar í summar. Vit hava jú eisini fingið Smoltstøðina frá Bakkafrost, og her er ein øgiligur aktivitetur, soleiðis at vit kunnu brúka hana til leguna. Tjaldingarøkið er sera stórt, og fer tað at bera til at seta tjald upp allanvegin rundan um depilin - og púra ókeypis.
Og sjálvandi verður eisini møguleiki fyri at keypa soft-ice og belgiskar vaflur aftur í ár. | | | | Bólkar
Fyri børn
Stevnur
Ítrottur
Undirhald
Matur og drekka
Útferðir
Ymisk kunning Event status: Opið Tíðarskeið: 5. jul 2012 - 8. jul 2012 | |
|
|