Mál      
 
   
 
   
maj 2013>
 
  Fundir & fyrilestrar
  Matur og drekka
  Undirhald
  Útferðir
  Fyri børn
  Stevnur
  Handlar
  Kirkjur
  Søvn
  Leikhús/Biograf
  Framsýningar
  Ítrottur

Ynskir tú at lýsa eitt tiltak?

Mentanardagar í Koltri
 
Í sambandi við at endurbyggingin av býlinginum Heimi í Húsi í Koltri verður liðug, skipa Koltursgrunnurin og Tórshavnar kommuna fyri mentanardøgum við áhugaverdum tiltøkum í døgunum frá 21. til 24. juni.

Byrjað verður hósdagin 21. juni við tiltaki fyri fyri innbodnum, tá formlig handan av A.P. Møller-verkætlanini verður í Koltri á middegi. Umboð fyri arbeiðstakaran Pf. H. V. Lutzen og Koltursgrunnin vera til steðar, tá yvirtøkan verður staðfest.

Fríggjadagin 22. juni er eisini móttøka og rundvísing fyri innbodnum, tá Bjørn Patursson verður ferðaleiðari á einum túri av Gróthústanga Heim í Hús. Heimi við Hús fer Gunnar Hoydal, formaður í Koltursgrunninum, at bjóða vælkomin. Eisini luttaka umboð fyri A. P. Møller, landsstýrið og býráðið.

Leygardagin 23. juni er “opin oyggj” fyri almenninginum.


Byrjað verður kl. 10 við tiltaki í Sugguni í Kirkjubø, har seksmannafarið, sum Niclas í Koltri smíðaði í Koltri í 1927, verður doypt og fer av bakkastokki.

Kl. 13 - Seksmannafarið, sum Niclas í Koltri smíðaði í Koltri í
1936, rógvin inn á Sandin/Lónna í Koltri. Jógvan Arge
formaður í mentanarnevnd Tórshavnar Kommunu heldur røðu.


Skipað verður fyri taxasigling av Gomlurætt frá kl. 11 og so leingi sum belegningur er. Frá 11.30 eru opin hús Heimi í Húsi í Koltri og rundvísingar verða javnan, ella so ofta sum tørvur er.

Kostnaður aftur og fram kr. 200 pr.
Persón. Nærri upplýsingar um fráferðir
og túratal verður lýst á staðnum.

Mint verður á, at eingin handil
er í Koltri. Verið ferðabúgvin og havi matpakka við.

 
Bólkar
Søvn
Framsýningar
Útferðir
Fundir & fyrilestrar

 
Ymisk kunning
Event status: Opið
Tíðarskeið: 21. jun 2012 - 24. jun 2012 

Fyriskipari
Tórshavnar Kommuna >>
Bústaður: Postboks 32
110 Tórshavn
Tlf.: 302010
Fax.: null
Email: torshavn@torshavn.fo
Heimasíða: www.torshavn.fo
 mtotfls
18  12345
196789101112
2013141516171819
2120212223242526
222728293031  

VisitFaroeIslands - Bryggjubakki 12  - P.O.Box 118 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands
Tlf +298 30 69 00 - Fax +298 30 69 01 - info@visitfaroeislands.com - www.visitfaroeislands.com