Mál      
 
   
 
   
maj 2013>
 
  Fundir & fyrilestrar
  Matur og drekka
  Undirhald
  Útferðir
  Fyri børn
  Stevnur
  Handlar
  Kirkjur
  Søvn
  Leikhús/Biograf
  Framsýningar
  Ítrottur

Ynskir tú at lýsa eitt tiltak?

Akrobatiskur luftdansur
 
Týsdagin 30. apríl kl. 18.00
Írski dansibólkurin og luftakrobatarnir Fidget Feet Aerial Dance Theatre framføra ” Catch me”. Talan er um dans í leysari luft og altjóða viðurkent nýsirkus.
Málbólkur er øll frá 8 ára aldur uppeftir.

Kostnaður 185 kr

Keyp atgongumerki í Kunningarstovuni, Norðurlandahúsinum og www.nlh.fo.

Fidget Feet hevur verið lýst sum “a pint-sized Cirque du Soleil”, sum hevur røtur í Ballybofey í Írlandi. Leikbólkurin er eitt altjóða navn við sterkum lokalum tilknýti.
Fidget Feet skapar stórbærar framførslur ínni í leikhúsum, úti á festivalum, heima í Írandi og á altjóða pallum.
Framførslurnar sameina luftakrobatikk/nýsirkus, dans, sjónleik, tónleik og video. Sí brot á vimeo her.

Fidget Feet var stovnað í 2004, og vóru tað tey bæði koreografurin Chantal McCormick og tónleikarin Jym Daly, sum stóðu fyri hesum, og eru bæði við í Føroyum.

Sýningin “Catch me” byggir á ævintýrið um Reyðhettu og Úlvin. Fidget Feet bjóðar eina spenningssøgu, har Reyðhetta og Úlvurin jagstra gjøgnum luftina í endaleysum metrum av reipi. Argandi, ræðandi óg nýskapandi, við originaltónleiki og visuellum projektiónum saman við listarligum, fysiskum og akrobatiskum meistaraskapi hjá dansarunum, er hetta ein framførsla, sum bjóðar spenning frá fyrstu til seinastu løtu.

Málbólkurin er øll frá átta ár og uppeftir. Yngri børn kunnu koma saman við foreldrum, men fyrivarni verður tikið fyri, at løtur kunnu upplivast sum ræðandi.

Fidget Feet hava verið í Føroyum á Listastevna Føroya og dansaðu tá á vegginum á Landsjúkrahúsinum. Framførslan í Norðurlandahúsinum verður 30. apríl 2013 kl. 18.00 og varir ein lítlan tíma.
Um nóg stórur áhugi er fyri tí, ber til at skipa fyri workshop í luftakrobatikki 24. apríl. Meira kunning fæst frá Hedvig Westerlund-Kapnas, hedvig@nlh.fo.

 
Bólkar
Fyri børn
Leikhús/Biograf
Framsýningar
Ítrottur
Undirhald

 
Ymisk kunning
Event status: Opið
Tíðarskeið: 30. apr 2013 - 30. apr 2013 

Fyriskipari
Norðurlandahúsið >>
Bústaður: Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tlf.: +298 351 351
Fax.: +298 351 350
Email: nlh@nlh.fo
Heimasíða: www.nlh.fo
 mtotfls
18  12345
196789101112
2013141516171819
2120212223242526
222728293031  

VisitFaroeIslands - Bryggjubakki 12  - P.O.Box 118 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands
Tlf +298 30 69 00 - Fax +298 30 69 01 - info@visitfaroeislands.com - www.visitfaroeislands.com