Mál      
 
   
 
   
maj 2013>
 
  Fundir & fyrilestrar
  Matur og drekka
  Undirhald
  Útferðir
  Fyri børn
  Stevnur
  Handlar
  Kirkjur
  Søvn
  Leikhús/Biograf
  Framsýningar
  Ítrottur

Ynskir tú at lýsa eitt tiltak?

Framsýning við Hanna Bjartalíð
 
Framsýning á Listasavni Føroya, 13. oktober – 18. november 2012:
Hanni Bjartalíð.

Málarin og myndahøggarin Hanni Bjartalíð (f. 1968) er ein av gávuríkastu
modernaðu føroysku listafólkunum. Hann gongur nýggjar leiðir, men enn
meira týðandi er, at hann ger tað á høgum listaligum støði.
Listin hjá Bjartalíð tykist rá og barnslig, sama við húsastandmyndunum úr
endurnýtsluviði, sum hann hevur arbeitt við seinastu árini, og sum eru
sermerkt íkast í føroyska samtíðarlist. Húsini eru tó alt annað enn barnslig.
Tey eru listaligar venjingar við formi, tilfari og rúmi og siga samstundis eina
søgu, ið bæði kann vera hugnalig og óhugnalig. Søga um hvønn? Ongin er jú
heima. Jú, vit sjálv eru heima, tá ið vit kaga inn! Húsini hava sál.
Húsastandmyndirnar mynda tí kjarnan í framsýningini á Listasavninum, men
eisini verða onnur verk at síggja eftir ein tann mest spennandi listamannin í
føroyskari samtíðarlist.
Eitt katalog er útgivið í sambandi við framsýningina við teksti eftir Kinnu
Poulsen adjunkt og Nils Ohrt savnsleiðara.
Framsýningin letur upp leygardagin 13. oktober kl. 14 – Ein tíma seinni, tað er
kl. 15, hevur Nils Ohrt samrøðu við Hanna Bjartalíð um list og íblástur
hansara.

Tíðarskeiðið 1. september - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 14.00 - 17.00
Mánadag ikki opið

Atgongugjald:
- Vaksin: 50 kr.
- Lesandi: 20 kr.
- Bólkar á 10 vaksin: 40 kr. fólkið
- Limir og fólk undir 16 ár: ókeypis

 
Bólkar
Undirhald Konsertir
Søvn
Undirhald Konsertir Klassiskt

 
Ymisk kunning
Event status: Opið
Tíðarskeið: 13. okt 2012 - 18. nov 2012 

Fyriskipari
Listasavn Føroya >>
Bústaður: Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
Tlf.: +298 313579
Fax.: +298 316679
Email: info@art.fo
Heimasíða: www.art.fo
 mtotfls
18  12345
196789101112
2013141516171819
2120212223242526
222728293031  

VisitFaroeIslands - Bryggjubakki 12  - P.O.Box 118 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands
Tlf +298 30 69 00 - Fax +298 30 69 01 - info@visitfaroeislands.com - www.visitfaroeislands.com