|
|
| | Hvannhagi er eitt av náttúruvakrastu støðum í Suðuroy. Gongutúrurin til Hvannhaga byrjar við endan av ovara vegi á Tvøroyri, eisini kallað innanfyri Hválin. Tú gongur eftir fjallasíðuni á eini gamlari gøtu, og tá tú kemur til eystursíðina av Suðuroy, møtir tær ein vakurt og stórsligi útsýnið til tær oyggjarnar báðar Lítla og Stóra Dímun. Fyri at koma til vatnið í Hvannhaga, gongur tú eftir eini brattari og smalari gøtu. Túrurin krevur at tú orkar væl at ganga, men upplivingin er avgjørt tað vert. Eitt paradís í Suðuroy. Um summarið verður túrurin ofta gjørdur leygardagar. Um ikki viðrar leygardag kunnu vit útseta túrin til sunnudag. Bólkar kunnu bíleggja túrin aðrir dagar enn leygardag.
Um tú ynskir at melda teg til túrin, vinarliga set teg í samband við Kunningarstovuna á Tvøroyri á telefon 611080 ella send ein teldupost til info@tvoroyri.fo
Túrurin kostar 300 kr. fyri hvønn. | | | | Bólkar
Ítrottur
Útferðir
Ymisk kunning Event status: Dagligt Tíðarskeið: 25. nov 2012 - 31. des 2013 | |
|
|