|
|
| | Sumba er sunnasta bygd í Føroyum,steðga verður eisini á Vágseiðinum. Eitt tað mest stórsligna á túrinum er útsýnið til Beinisvørð sæð frá Hestinum á gamla vegnum millum Lopra og Sumba. Vitja verður eisini á Akrabergi, sum er sunnasta stað í Suðuroynni, haðani sæst eisini Flesjarnar sum eru sunnast í Føroyum. I Akrabergi er sera vakurt, nógvir fuglar og serstakt landslag. Vitin í Akrabergi er 100 ára gamal. Vitjað verður eisini í Porkeri, har fólk kunnu vitja bygdasavnið og vøkru flagtektu kirkjuna frá 1847.
Túrurin varðar 4-5 tímar. Fráfeðarstað: Tvøroyri/Øravík. Min.pers.7.
Um summarið verður hesin túrurin ofta gjørdur sunnudagar, tað kann tó henda at túrurin til Hvannhaga og hesin verða býttir um, um so er at veðri er gott sunnudag men minni gott leygardag.
Bílegging á Kunningarstovuni á Tvøroyri. Ring 611080 ella send teldupost til info@tvoroyri.fo | | | | Bólkar
Útferðir
Ymisk kunning Event status: Dagligt Tíðarskeið: 25. nov 2012 - 31. des 2013 | |
|
|